USA sett tiltøk í verk móti iranska tjóðbankanum

USA sett tiltøk í verk móti iranska tjóðbankanum
Trump í dag hevur ikki fleiri upplýsingar um tiltøkini, annað enn, at talan er um harðastu tiltøk, sum nakrantíð eru sett í verk ímóti einum landi
 
20.09.2019 - 17:47

Spenta støðan millum USA og Iran stendur við og versnar. Amerikanski forsetin, Donald Trump, boðaði á tíðindafundi í dag frá, at USA hevur sett í verk tiltøk ímóti iranska tjóðbankanum.

Hetta hendir slaka viku eftir atsóknina móti tveimum oljureinsi-verkum í Saudiarabia. USA og Saudiarabia leggja Iran undir at hava skipað atsóknina.

Oljuídnaðurin skakaður

Trump í dag hevur ikki fleiri upplýsingar um tiltøkini, annað enn, at talan er um harðastu tiltøk, sum nakrantíð eru sett í verk ímóti einum landi, skrivar tíðindastovan, AFP. 

Spurdur, um talan er um hernaðarliga atsókn móti Iran, svaraði Trump, at USA er altíð tilreiðar, og at hernaðarligar handlingar altíð eru ein møguleiki.

Iran sýtir fyri at hava nakað við atsóknina 14. september at gera. Álopini skakaðu allan oljuídnaðin í heiminum. Tað skrivar AFP-tíðindastovan.

Iran stuðlaði álopi

Á tíðindafundi mikudagin segði talsmaðurin fyri saudiarabiska verjumálaráðið, Turki al-Maliki, at Iran og iranski herurin skipaðu atsóknina. 

Álopini komu norðaneftir og uttan iva við stuðli úr Iran. Prógvini hava tit frammanfyri tykkum, segði Maliki við Al Jazzera, og peikaði á vraklutir frá rakettum, sum sambært Saudiarabia prógva, at Iran var við í atsóknini seinasta leygardag.

Sagt verður, at tilsamans 18 dronur og sjey krússara-raketir vórðu brúktar í atsóknini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Mánadag 10. februar
Morgunlestur mánadagur 10.februar 2025
186664
Sunnudag 9. februar
Kallið: Avgerðin er røtt.
187469
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta í kirkjuni á Leiti
187531
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371