Skúlabørn kring heimin í veðurlagsverkfalli

Skúlabørn kring heimin í veðurlagsverkfalli
Børn kring allan heimin vilja, at heimsins stjórnir at seta tiltøk í verk, ið avmarka avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum
Fleiri milliónir skúlabørn eru í veðurlagsverkfalli í dag kring allan heimin. Her frá einum einum tiltaki, su mvar í London í fjør
 
20.09.2019 - 09:42

Fleiri milliónir skúlabørn eru í verkfalli í dag kring allan heimin við kravi um, at heimsins stjórnir at seta tiltøk í verk, sum avmarka avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum.

Tað er ikki bara skúlanæmingar, sum eru í verkfalli, men starvsfólk í summum av heimsins størstu fyritøkum og hjálparfelagsskapum eru eisini við í tiltakinum, skriva tíðindastovurnar. 

4.600 tiltøk á skránni

16 ára gamla Greta Thunberg úr Svøríki, sum er kend um allan heim fyri síni sjónarmið í veðurlagsmálum, tók stig til veðurlagsverkføllini í fjør. Tey vóru vanliga hvønn fríggjadag, eisini í Føroyum. 

Hon er í løtuni á veðurlagsfundi í USA, har ungfólk um vikuskiftið fara at skifta orð um veðurlagsmál. Fundurin er á ST-høvuðsborgini í New York upp undir ST-aðalfundin, sum byrjar í næstu viku.

Greta Thunberg sigur, at meira enn 4.600 tiltøk eru á skránni ymsa staðni í heiminum í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Mánadag 10. februar
Morgunlestur mánadagur 10.februar 2025
186664
Sunnudag 9. februar
Kallið: Avgerðin er røtt.
187469
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371