Fiskimenn fegnast um Mærsk-kanning

Fiskimenn fegnast um Mærsk-kanning
Danskir fiskimenn vóna, at teir nú fáa vissu fyri, hvussu havumhvørvið er ávirkað av útláti hjá Mærsk Oil frá 2005 til 2017
 
20.09.2019 - 15:09

Danski ráðharrin í umhvørvismálum, Lea Wermelin, setur ferð á kanningarnar, um fiskur og havumhvørvið eru ávirkað av, at útlát av lívfrøðiligum evnum frá Mærsk í fleiri ár er runnið í danska partin av Norðsjónum.

Tað sigur hon við DR. Danska fiskimannafelagið mælti í summar til at kanna havumhvørvið, og tað hevur ráðharrin nú sett í verk.

Óvist hvør skal gera kanningina

Støða er tó ikki tikin til, hvør skal gera kanningina, men endamálið er at avdúka, um leiðingarnar hava ávirkað havumhvørvið og fiskastovnar.

– Vit fegnast um, at hetta verður sett í verk, so vit ikki ivast í, hvørjar avleiðingar útlátið hevur, sigur Jesper Juul Larsen, talsmaður fyri fiskimenninar, sambært DR.

Boðini frá ráðharranum koma eftir sendingina í DR um, at Mærsk Oil hevur latið trý sløg av umhvørvisskaðiligum kemikalium út frá oljuboripallum frá 2005 til 2017.

Danski staturin rindar

Mærsk Oil er síðani slet franska oljufelagnum, Total. Tvey av málunum endaðu við, at felagið fekk tilsamans hálva miljón í bót fyri at hava útlátið 100 tons av kemikalium.

Triðja málið snýr seg um 80.000 tons av kemikaliinum Scavtreat, og løgreglan kannar í løtuni hetta málið, skrivar tíðindastovan Ritzau.

Kanningin kann taka upp í tvey ár at gera, og danski staturin skal rinda fyri hana.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Mánadag 10. februar
Morgunlestur mánadagur 10.februar 2025
186664
Sunnudag 9. februar
Kallið: Avgerðin er røtt.
187469
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta í kirkjuni á Leiti
187531
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371