- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ávara framvegis ímóti Kina
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/narsaq.jpg?itok=FZsNuOgw)
Hóast ætlanin hjá Kina at sleppa at byggja nýggju floghavnirnar í Grønlandi varð av ongum, ávara danskir myndugleikar framvegis Grønland ímóti at loyvi kinesarum at sleppa at gera íløgur í landinum.
Fregnartænastan hjá donsku verjuni sigur í ársfrágreiðing síni, at sjálvstýrismyndugleikarnir og privat feløg í Grønlandi eiga at hugsa seg væl um, áðrenn tey taka ímóti tilboðum úr Kina, sigur grønlendska kringvarpið, KNR.
Settu 1,6 milliardir í felag
Málið um floghavnirnar endaði við, at danskir myndugleikar komu upp í verkætlanina, so grønlendskir myndugleikar sluppu undan at leita eftir stórum útlendskum íleggjarum, millum annað í Kina.
Endin varð, at danskin staturin setti 1,6 milliardir krónur í felagið, sum skal byggja nýggju altjóða floghavnirnar í Nuuk og Ilulissat, og í menningarátøk í Grønlandi.
>> SÍ EISINI Kina brúkar Grønland at sleppa framat Arktis
Í 2016 avgjørdi danska stjórnin at lata flotastøðina í Grønnedal uppaftur, eftir at eitt kinesiskt felag hevði víst áhuga fyri at keypa ognirnar hjá verjuni í Grønnedal.
Hóast Kina ikki slapp upp í part tá, ávarar fregnartænastan hjá donsku verjuni framvegis ímóti, at Kina fær fótin fastan í Grønlandi.
– Kinesiska stjórnin hugsar langt fram í tíðina, tí hon vónar fáa atgongd til Arktis, bæði tá ið ræður um sjóvegis rutur og ríkidømi har, hóast Kina ikki er ein arktisk tjóð, stendur í frágreiðingini frá fregnartænastuni.