- Tíðindi, mentan og ítróttur
Verjan sleppur framvegis at brúka floghavnina
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/kangerlussuaq_-_floghavn.jpg?itok=_d9S_S_Y)
Grønlendskir og danskir myndugleikar hava skrivað undir eina avtalu um, at danska verjan framvegis skal nýta floghavnina, sum eisini kann brúkast til sivila loftferðslu.
Danska verjan skal umvæla floghavnina í Kangerlussuaq, reka og halda hana viðlíka, stendur í avtaluni. Verjumálaráðið hevur síðani í februar greinað tørvin í Kangerlussuaq í sambandi við Arktis.
Floghavnin má umvælast
Veðrið í Kangerlussuaq er yvirhøvur støðugt, og tað hevur týdning fyri flogførini hjá verjuni, sum ofta eru minni enn sivilu flogførini.
Tine Bramsen, verjumálaráðharri, sum skrivaði undir avtaluna fyri Danmark, veit ikki, hvussu nógv tað fer at kosta at umvæla floghavnina. Tað skal kannast nærri, sigur hon.
Semja er um, at grønlendskir myndugleikar framvegis skulu eiga floghavnina í Kangerlussuaq. Umleið 500 fólk búgva í Kangerlussuaq.