- Tíðindi, mentan og ítróttur
Netanyahu fær »nei« til savningarstjórn
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/benjamin_netanyahu.jpg?itok=crEv4eU6)
Flokkurin hjá honum, Blátt og Hvítt, sigur, at núverandi forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, skal sleppa øllum vónum um at gerast leiðari fyri eini breiðari stjórn.
Netanyahu skeyt fyrr í dag upp at skipa breiða savningarstjórn við Likud og flokkinum hjá Benny Gantz, Blátt og Hvítt, og við sær sum forsætisráðharra.
Men leiðarin fyri flokkinum, Blátt og Hvítt, Moshe Yaalon, vil ikki í samgongu við Netanyahu sum leiðara. Valið týsdagin endaði javnt millum báðar flokkarnar.
Skuldsettur fyri mutur
Benjamin Netanyahu stríðist fyri politiskt at yvirliva. Um fáar vikur verður hann væntandi skuldsettur fyri mutur.
Ísraelskir miðlar hava skrivað nógv um, at fyrsta málið hjá honum er at skipa meirilutastjórn, sum kann geva honum politiskt órin móti skuldsetingunum.
Gantz hevur fyrr sagt, at hann vil samstarva við Likud í eini savningarstjórn, men tað skal verða uttan Netanyahu, skrivar Ritzau.