- Tíðindi, mentan og ítróttur
Virkandi forsætisráðharrin útskrivar snarval
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/pedro_sanchez_-_ap.jpeg?itok=R9AYN1qN)
Virkandi forsætisráðharrin í Spania, Pedro Sanchez, sleppur royndunum at skipa stjórn, og hevur í staðin skrivað út val í ótíð. Valið verður hildið 10. november. Sostatt skulu spaniólar á val aftur fyri fjórðu ferð í fýra ár.
Pedro Sanchez hevur havt samráðingar við flokkin Podemos um fleiri politisk stig fyri at fáa flokkin sum stuðlsflokk hjá stjórnini, skrivar tíðindastovan Ritzau.
Hevði freist til 23. september
Pedro Sanchez úr sosialistaflokkinum, PSOE, hevur áður sýtt fyri at skipa samgongustjórn við vinstahalla flokkin, Podemos.
Í apríl mánaði vann sosialistaflokkurin hjá Sanchez tjóðartingsvalið, og Sanchez hevur síðani arbeitt fyri at tryggja flokkinum stuðul í spanska tjóðartinginum.
Tað eydnaðist honum ikki at tryggja flokkinum meirluta í tinginum. Sanchez hevði freist til 23. september til at verða góðkendur sum forsætisráðharri. Hann hevur nú slept hesi ætlan, tí verður val í ótíð í november.