- Tíðindi, mentan og ítróttur
Færri ferðafólk brúka meira
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/erasmus-experience-reykjavik-iceland-david-4cfd09a5eb7a2db793c54a09726e52e2.jpg?itok=WGzE6rLR)
Tá WOW-air í mars mánaði gavst við sínum virksemi í Íslandi, varð mett, at miðalúrtøkan fyri hvørt ferðafólk fór at vaksa, tí WOW-air var sonevnt lágprísflogfelag, ið seldi bíligar flogferðaseðlar.
Og tað sæst longu nú. Hóast talið av ferðafólkum higartil í ár er minkað við umleið 20 prosentum, so nýtir hvørt ferðafólk meira enn áður.
Brúka 25 prosent meira
Hvørt ferðafólk í Íslandi brúkar í miðal umleið 25 prosent meira í íslendskum krónum, enn fyri einum ári síðani.
Íslendski fíggjarmálaráðharrin, Bjarni Benediktsson, segði í samrøðu við RÚV, at hetta er millum annað tí, at ferðafólkini eru til reiðar, at nýta somu upphædd í teirra heimliga gjaldoyra, sum áður og við einari veikari krónu, og tað hevur ávirkan.
Hóast talið av ferðafólkum er munandi minkað, so minkar talið av gistingum á gistingarhúsum ikki so nógv. Í mai mánaði var minkingin bara eitt prosent, skrivar føroyska sendistovan í Reykjavík.
Týdningarmikið fyri búskapin
Sambært íslendska Arion Banka, nýtti hvørt ferðafólk 28 prosent meira í ISK í Íslandi í apríl, og 30 prosent meira í mai enn árið fyri.
Nýtslan av kredittkorti fyri hvørt ferðafólk hevur ongantíð verið størri enn í mai í ár, og harumframt vísir nýtslan, at hvørt ferðafólk nýtir meira í egnum gjaldoyra enn áður.
Hetta er ein gongd, sum er sera týdningarmikil fyri íslendska búskapin, staðfestir Arion Banki í frágreiðing, sambært føroysku sendistovuni í Reykjavík.