- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingi framstig í Brexit-tingingum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/jean-claude_juncker.jpg?itok=aZKxLXEq)
Eingi framstig eru gjørd við bretsku stjórnina um Brexit. Tí er stórur vandi fyri, at Bretland fer úr ES 31. oktober við ongari avtalu. Tað var høvuðsboðskapurin, tá ES-tingið viðgjørdi málið í Strasbourg fyrrapartin.
– Tíðin er farin at ganga undan, segði fráfarandi ES-nevndarformaðurin, Jean-Claude Juncker.
Boris Johnson, forsætisráðharri, hevur annars sagt, at stór framstig eru gjørd í samráðingunum við ES, serliga í spurninginum markið millum Norðurírland og Írland.
Bretar einki uppskot
Bretar eru ikki komnir við nøkrum uppskoti, ið skal tryggja, at markið millum Norðurírland og Írland ikki verður stongt, hóast Bretland fer úr ES, sigur formaðurin í ES-nevndini.
Jean-Claude Juncker legði kortini dent á, at ES hevur ongan áhuga fyri, at bretar fara úr samveldinum við ongari avtalu.
– ES-nevndin er til reiðar at arbeiða dag og nátt í royndini at finna eina tekniska og politiska loysn, segði hann.