- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fakfeløg gera manngarð um Samhaldsfasta

Undir yvirskriftini "Samhaldsfasti riggar og skal hava frið" biðja fakfeløgini í felags yvirlýsing landsstýrið um at halda fingrarnar vekk frá Samhaldsfasta.
Fakfeløgini vísa á orðini í samgonguskjalinum, har tað stendur at aldurstrygdargrunnur skal setast á stovn.
Biðja um fund við løgmann
– Síðani hetta varð kunngjørt, hava nakrar ullintar útsagnir verið frá samgongutinglimum um Samhaldsfasta, skriva tey níggju fakfeløgini.
Feløgini hava hoyrt, at ætlanin er at fara eftir Samhaldsfasta og blanda grunnin saman við almennu pensjónini. Tey biðja tí um fund við løgmann og landsstýrismannin í fíggjarmálum, so greiða kann fáast á málinum.
Yvirlýsingin er undirskrivað av Starvsmannafelagnum, Pedagogfelagnum, Lærarafelagnum, Fiskimannafelagnum, Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.