- Tíðindi, mentan og ítróttur
Blað: Donald Trump boðin á toppfund í Norðurkorea
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/trump_og_kim_jong-un.jpeg?itok=VDpQGpqb)
Eitt suðurkoreanskt blað skrivar, at Kim Jong-un sendi innbjóðingina til Trump síðst í august, men einki er frætt um, hvussu amerikanski forsetin hevur tikið ímóti henni.
Kim Jong-un og Trump hava havt tríggjar fundir síðani í juni í fjør. Norðurkoreanska kjarnorkuætlanin hevur staðið ovast á breddanum á øllum fundunum.
Amerikanski forsetin roynir at fáa Norðurkorea at sleppa kjarnorkuætlan síni, men higartil eru at kalla eingi framstig gjørd. Seinast, teir báðir leiðararnir hittust, var í avmiliteriseraða geiranum millum Norður- og Suðurkorea í summar.
Samráðingar takast uppaftur
Teir báðir samdust um at taka samráðingarnar uppaftur á embætismannastigi. Stígur kom í samráðingarnar á toppfundinum í Vjetnam í februar.
Í síðstu viku segði norðurkoreanski varauttanríkisráðharrin, at Norðurkorea er til reiðar at taka samráðingarnar uppaftur, og síðani hevur Donald Trump sagt, hann er sinnaður at hitta Kim Jong-un seinni í hesum árinum.
Fyrsti toppfundurin millum norðurkoreanska leiðaran og amerikanska forsetan var í Singapore. Fundurin var søguligur, tí tað var fyrstu ferð, at ein amerikanskur forseti og ein norðurkoreanskur leiðari hittust.