- Tíðindi, mentan og ítróttur
Forsetaval í Tunesia í dag
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/tunesiaaa.jpg?itok=zQXTDX-c)
Tunesia fór frá einaveldi til demokrati í 2011, aftaná ein uppreistur, sum kollvelti Tunesia og eisini legði lunnar undir, at fólk í Egyptalandi, Yemen, Bahrain, Libya og Syria, gjørdu uppreistur.
Í summum londum bleiv uppreisturin sera ógvusligur, men í Tunesia gekk broytingin frá einaveldi til demokrati væl.
Minst 50 prosent fyri at vinna valið
Forsetavalevnini mugu fáa 50 prosent av atkvøðunum fyri at vinna forsetavalið, men fær eingin 50 prosengt av atkvøðunum, so verður atkvøtt umaftur, um tey bæði valevnini við flest atkvøðum. Tann, ið tá fær flestu atkvøðurnar, vinnur forsetavalið.
24 fólk stilla upp til forsetavalið í Tunesia, har í millum eru tvær kvinnur. Tunesia hevur parlamentslimir, ein forsætisráharra og forseta.
Forsetin hevur beinleiðis vald á uttanríkis- og verjumálum, meðan forsætisráharrin tekur sær av nærum øllum øðrum, tó kann forsetin forða lógarbroytingum. Parliamentið velur forsætisráharran. Valið til parlamentið í Tunesia verður 6. oktobur.