Kvoturnar skerjast í 2020

Kvoturnar skerjast í 2020
ES-nevndin mælir fiskimálaráðharrunum í ES til at skerja kvoturnar fyri tosk, sild, brisling, reyðsprøku og laks næsta ár
Kvoturnar fyri eitt nú brisling skulu skerjast í 2020, mælir ES-nevndin fiskimálaráðharrunum í ES til
 
13.09.2019 - 09:17

Uppskotið fer av álvara at máa grundarlagið undan nógvum donskum fiskimonnum, sigur Danmarks Fiskeriforening.

Serliga uppskotið um at skerja toskakvotuna í vestara parti av Eystrasalti ørkymlar danska felagið. Sambært felagnum, fer uppskotið longri enn tilmæli frá lívfrøðiligu ráðgevingini.

Fiskiskapurin bannast til apríl

Í ár hækkaði kvotan við 70 prosentstigum, og nú verður skotið upp, at kvotan skal lækka við 68 prosentstigum. Vit kunnu ikki liva við hesum yo-yo-kvotum, sum hvørki gagna fiskimonnum ella fiskastovninum

Tað sigur Kim Kær Hansen, næstformaður í Danmarks Fiskeriforening, í tíðindaskrivi.

ES-nevndin skjýtur eisini upp, at banna fiskiskapi eftir toski fyrstu tríggjar mánaðirnar í árinum. Men danska felagið undrast, tí tað fer ikki at ávirka menningina av stovninum.

Samráðast um ein mánað

Tað gevur ongan meining fyri fiskimenninar, at bann verður sett fyri fiskiskapi týdningarmestu mánaðirnar á árinum, sigur Kim Kær Hansen í tíðindaskrivinum.

Toskurin í vestaraparti av Eystrasalti hevur tað gott, satt at siga betri enn seinastu 10 árini. Tað er ikki rímiligt at seta í verk slíka avmarking við ongari sakligari grundgeving, sigur hann.

Samráðingar millum fiskimálaráðharrar í ES verða í Luksemburg um miðjan oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. februar
Kallið: Avgerðin er røtt.
187469
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta í kirkjuni á Leiti
187531
Sunnudag 9. februar
Bolero - 9. februar 2025
187530
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371