- Tíðindi, mentan og ítróttur
– Eg leyg ikki fyri drotningini
– Eg leyg ikki fyri drotningini
Bretski forsætisráðharrin vísir skuldsetingini um, at hann hevur logið fyri Elisabeth drotning, aftur
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/boris_johnson_-_ap.jpeg?itok=Yjpx61Wo)
13.09.2019 - 07:56
Andstøðuflokkurin Labour sigur, at Boris Johnson, forsætisráðharri, eigur at viðganga, at hann hevur ikki sagt satt um avleiðingarnar, tá hann heitti á Elisabeth drotning um at senda parlamentið til hús í fimm vikur.
Men Boris Johnson vísir skuldsetingini aftur.
– Hetta er bara partur av arbeiðnum frameftir við innanríkispolitikki, segði Johnson, tá BBC spurdi hann, um hann hevði sagt ósatt fyri drotningini.
Boris Johnson hevur sent parlamentið til hús, og tað kemur ikki samanaftur fyrr enn 14. oktober. Hægstirættur í Skotlandi segði mikudagin, at avgerðin um at senda parlamentið til hús er ólóglig.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV