- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sleppa ikki av við 8.500 tons av menningarkvotum
Seks feløg fingu tilsøgn um menningarkvotur í ár. Tríggjar tilsagnir eru endaliga avgreiddar úr Fiskimálaráðnum, men tríggjar eru eftir, sum støða ikki er tikin til.
Virkið hjá Sandoy Seafood í Skopun tekur ikki uppsjóvarfisk.
P/f Thor og p/f Sandoy Seafood, sum søktu saman, hava tí boðað Fiskimálaráðnum frá, at tey ikki sleppa av við fiskin í Sandoynni.
1.000 tons av makreli og 7.500 tons av sild
Thor og Sandoy Seafood fingu 500 tons av makreli og 1.000 tons av sild. P/f Vørðustíggjur, sum eisini er í Sandoynni, hevur sagt Fiskimálaráðnum tað sama.
Tað felagið hevur eisini fingið 500 tons av makreli og 1.000 tons av sild í menningarkvotu. Tann eina menningarkvotan, sum fór til Suðuroynna, er heldur ikki avgreidd enn.
P/f North Atlantic Seafood í Vági fekk 5.500 tons av svartkjafti. Felagið hevur ikki boðað frá enn, hvussu kvotan verður brúkt. 37 søktu um menningarkvotu í ár.