- Tíðindi, mentan og ítróttur
Demokratia: Hugsið um javnstøðuna
Demokratia: Hugsið um javnstøðuna
Tað er umráðandi, at hugsað verður um javnstøðu millum kynini, nú nýggja landsstýrið skal mannast

12.09.2019 - 09:43
Tað sigur Marna Jacobsen, forkvinna í Demokratia. Stóru tapararnir á løgtingsvalinum hesa ferð vóru kvinnurnar. Bara átta av teimum 33 tingfólkunum eru kvinnur.
Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin samráðast um samgongu. Bara tvær kvinnur eru valdar á ting fyri hesar tríggjar flokkarnar.
– Men tað eigur ikki at verða ein forðing fyri javnstøðu í einum nýggjum landsstýri, sigur Marna Jacobsen í samrøðu við útvarpið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV