- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tvær nýggjar royndarútskjótingar
Tvær nýggjar royndarútskjótingar
Norðurkorea hevur skotið út tvær nýggjar rakettir móti Japanska havinum, upplýsir almenna suðurkoreiska tíðindastovan
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/nordurkorea_-_royndarutskjotingar_-_ap.jpg?itok=3Ee-MpL4)
Fólk hyggja at í sjónvarpi á eini jarnbreytarstøð í Suðurkorea, tá Norðurkorea skjýtur út tvær rakettir móti Japanska havinum
Mynd: AP
10.09.2019 - 10:29
Hetta hendir beint eftir at Norðurkorea í gjár segði, at landið er sinnað at fara í samráð við USA um kjarnorkuvápn síðst í hesum mánaðinum. Men treytin er, at amerikanarar skulu koma á fundin við lagaligum treytum.
Men fundurin kann koma tvørt fyri, tí síðst í hesum mánaðinum er aðalfundur í ST í New York. Amerikanski forsetin, Donald Trump, var tó opin fyri innbjóðingini, tá hann hitti journalistar í gjár.
– Leiðarin, Kim, og eg eru sera væl. Eg sigi, at tað er í lagi, at halda fund. Nú fáa vit at síggja, hvat hendir, svaraði Trump um samráð á lægri stigi í september.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV