- Tíðindi, mentan og ítróttur
Seðlarnir koma út á Drelnesi klokkan 8
Seðlarnir koma út á Drelnesi klokkan 8
Strandfaraskipið Smyril fann grindina í fjarðarmunnanum á Trongisvágsfirði stutt eftir klokkan sjey í gjárkvøldið. Bátar komu skjótt til grindina

Onkra grindalykkju verður tað helst til í Suðuroy í dag
10.09.2019 - 06:08
Grindina var ring at reka og hon kavaði fleiri ferðir. 49 hval løgdu beinini á sandinum í Trongisvági í gjárkvøldið.
Grindin verður skift til Hovs-, Porkeris-, Vágs- og Sumbiar kommunur. Hesar kommunur hava bert fingið grind einaferð í ár. Hinar hava fingið tvær ferðir, sigur Jaspur Vang, sýslumaður í Suðri.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV