Ódnin Dorian: Minst 30 fólk deyð

Ódnin Dorian: Minst 30 fólk deyð
Myndugleikarnir stúra fyri, at uppaftur fleiri eru deyð í Bahamaoyggjunum
Sjálvboðin bjarga familjum undan vatnflóð í Grand Bahama í Bahamoyggjunum
Mynd: AP  
 
06.09.2019 - 09:58

Ódnin Dorian hevur kravt í minsta lagi 30 mannalív í Bahamaoyggjunum. Tað upplýsir forsætisráðharrin, Hubert Minnis.

Men myndugleikarnir stúra fyri, at uppaftur fleiri eru deyð. Ódnin er linkað, og er nú á fyrsta stigi á ódnarstiganum.

Tá hon tók land í Bahamaoyggjunum var hon á fimta stigi, og tá var vindferðin meira enn 80 metrar um sekundið. Dorian er ringasta ódn, sum hevur rakt Bahamaoyggjar.

Ódnin er nú yvir amerikansku strondini, men hóast hon er linkað, er nógv avfall í ódnini, sum kunnu elva til stóra vatnflóð. Nógv fólk eru flutt burtur undan Dorian.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. februar
Kallið: Avgerðin er røtt.
187469
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta í kirkjuni á Leiti
187531
Sunnudag 9. februar
Bolero - 9. februar 2025
187530
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371