- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrireika starvslýsing eftir rektara

Mentamálaráðið er farið at fyrireika lýsingina eftir nýggjum rektara til Glasir.
Søkt verður eftir rektara fyrsta dagin, sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum.
Men møguliga verður bíðað, til nýtt landsstýri er skipað, sigur hann.
Bogi Bech Jensen, sum seinastu fýra árini hevur verið rektari á Glasi, segði seg úr starvinum fyrst í vikuni.
Hann hevur tríggjar mánaða uppsagnarfreist. Men hann vildi gevast frá degi til dags. Og tað eftirlíkaði Mentamálaráðið.
Steinbjørn Hardlei, umsitingarstjóri á Glasi, er virkandi rektari, til nýggjur rektari er settur.
Samanlegging veruleiki
Hann fer at kunna heita á Boga Bech Jensen í uppsagnartíðini, í tríggjar mánaðir.
Bogi Bech Jensen sigur í uppsøgn sínari, at nú er samanleggingin vorðin veruleiki.
Skúlin og rektarin eru tí komnir til eitt vegamót, sigur Mentamálaráðið í tíðindaskrivi.
Føroya studentaskúli og HF-skeið, Føroya handilsskúli og Tekniski skúli í Havn vórðu lagdir saman í Glasir í 2015.
11 umsóknir vóru til starvið, tá Bogi Bech Jensen bleiv fyrsti rektarin á Glasi 1.august í 2015.