- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nólsoyingar ikki meldað Strandferðsluna

Tað upplýsir vaktarleiðarin á løgreglustøðini í Havn. Men tá Ternan var á veg um Nólsoyarfjørð, ringdi fólk úr Nólsoy til løgregluna, og boðaði frá, at nólsoyingar ætlaðu at seta tiltøk í verk, tá Ternan legði at.
Millum annað fekk løgreglan boð um, at fólk ætlaðu at binda Ternuna, og tá so portrið var latið upp, var ætlanina at seta ein bil á portrið, so portrið ikki kundi latast aftur, og Ternan av tí sama ikki slapp frá landi.
Óvist um meira verður gjørt við málið
Tey boðini sendi løgreglan til MRCC, ið síðani setti seg í samband við skiparan á Ternuni og greiddi honum frá ætlanunum.Tað var helst orsøkin til, at skiparin valdi ikki at lata portrið upp.
Løgreglan fór til Nólsoyar, men har hendi einki nevnivert av trupulleikum, sum løgreglan málber seg. Klokkan var tríkorter til tíggju um kvøldið, tá Ternan fór úr aftur Nólsoy.
Á ferðini til Havnar, tosaðu løgreglufólkini við skiparan, upplýsir vaktarleiðarin á løgreglustøðini í Havn. Málið er hjá løgregluni, men støða er ikki tikin til, um nakað meir verður gjørt í málinum.