- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hótt við verkfalli 1. oktober. Krøvini latin í dag

Í dag fara Súlan, sum er fakfelagið hjá flogternunum hjá Atlantic Airways, og Føroya arbeiðsgevarafelag, har sum Atlantic Airways er limur, at handa hvørjum øðrum krøvini um nýggjan sáttmála.
Síðani byrja samráðingarnar um nakrar dagar.
FPU, Flyvebranchens Personale Union, fer at hava fólk við samráðingarborðið. Flogternurnar eru eisini limir í FPU.
Onnur fráboðan um arbeiðssteðg er send Atlantic Airways. Sambært henni verður verkfall tann 1. oktober, um ikki sáttmáli er gjørdur tá.
Atlantic Airways sigur, at verkfalsfráboðanin er bara galdandi fyri donsku støðina hjá felagnum, ikki fyri flogternurnar, sum hava støð í Føroyum, og tað hava tær flestu.
Fingið nevnd
Føroya arbeiðsgevarafelag segði seg ikki kunna samráðast við Súluna, tí felagið hevði onga nevnd.
Súlan hevur nú havt eykaaðalfund, og nevnd er vald. Helena Johannesen er forkvinna í Súluni og hinar í nevndini eru Ása Østerø og Dís í Dali Jespersen.
Sáttmáli er fyri flogternurnar. Hann eigur Starvsmannafelagið, men eingin flogterna er limur har longur. Tann sáttmálin er galdandi til 1. november í ár.