- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hassjhundarnir hjá tollvaldinum úr at gera

Hassjhundarnir hjá TAKS koma støðugt fram á rúsevni, sum roynt verður at smugla til Føroya.
Í mars varð ungur føroyingur tikin fyri at royna at smugla 6 kilo av hassji til Føroya. Maðurin varð dømdur 1 árs fongul fyri smuglingina. Tað skrivar TAKS.
Í juli gjørdi hassjhundurin aftur vart við seg, tá ein 25 ára gamal føroyingur varð steðgaður á flogvøllinum fyri at royna at smugla kokain til Føroya. Maðurin hevði fjalt 47 gramm av kokaini innvortis. Hann varð dømdur 7 mánaða fongsulsrevsing.
Ólavsøkudag vórðu somuleiðis tveir ungir føroyingar steðgaðir á flogvøllinum. Teir høvdu fjaldu ávikavist 28 og 77 gramm av hassji innvortis. Menninir bíða nú eftir dómi í Føroya rætti, skrivar TAKS.
TAKS hevur í dag tveir hassjhundar til alt eftirlitsarbeiðið.