Taks vann á Varðanum í Hægstarætti

Taks vann á Varðanum í Hægstarætti
Taks vann sakarmálið móti 11 fólkum í Varðanum í Hægstarætti
Taks vann í Hægstarætti.
 
29.08.2019 - 11:29

Taks vann sakarmálið móti 11 fólkum í Varðanum í Hægstarætti.

Hægstirættur hevur tí broytt dómarnar hjá Føroya rætti og Eystari landsrætti.

Eystari landsrættur staðfesti fyri einum ári síðani dómin hjá Føroya rætti.

Varðin vann fyrst

Tað vil siga, at Varðin vann sakarmálið, og at teir 11 partaeigararnir í Varðanum sluppa undan at rinda skatt av teimum fyrstu 887 milliónunum, um fyritøkan verður seld. 

Hetta merkir, at eigararnir sluppa undan at rinda 310 milliónir krónur í skatti, um teir velja at selja.

Men hetta hevur Hægstirættur nú broytt, og givið Taks viðhald.

Hægstirættur sigur, at varðafólkini skulu gjalda sjey milliónir krónur, tríggir milliónir til Taks og fýra milliónir í sakarkostnaði.

Kapitalvinningur

Málið er um partabrøvini hjá teimum 11 fólkunum.

Tey seldu 27.oktober 2005 partabrøvini hjá sær í Vinnuni til eitt nýstovnað felag, p/f 30.september 2005.

Stutt eftir blivu Vinnan og 30.september 2005 løgd saman aftur í felagið, sum í dag eitur Varðin.

Spurningurin er so, um hesin handil kemur undir skiftisregluna í lógini um kapitalsvinningsskatt.

Gjørdi hann tað, var vinningurin hjá teimum 11 partaeigarunum til 31.desember 2006 skattafríur.

Men treytin var, at partabrøvini vórðu keypt fyri 16.november 2001.

Tað vóru tey, siga partaeigararnir í Varðanum. 

Nei, tað vóru tey ikki, sigur Hægstirættur í dag. Tey eru keypt í 2006.


 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948