- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tók mál uppaftur og ger úrskurð í morgin

Fasti gerðarrættur fer fyrrapartin í morgin at viðgera spurningin, um ein avgerð, sum Fasti gerðarrættur tók í november í 2017, er í stríði við endamálið við nýggju semingslógini.
5.november í 2017 frídømdi Fasti gerðarrættur Sjúkrarøktarfrøðingafelagið fyri ákæruna um óheimilað striðsstig.
Fíggjarmálaráðið fór í Fasta gerðarrætt við felagnum, tí ráðið helt, at tað var eitt óheimilað stríðsstig at lýsa arbeiðssteðg hjá narkosusjúkrarøktarfrøðingum 3.november í 2017.
Fráboðanin um arbeiðssteðgin var ikki í lagi, segði Fíggjarmálaráðíð.
Fráboðan í lagi
Men Fasti gerðarrættur gav Sjúkrarøktarfrøðingafelagnum viðhald. Fráboðanin var í lagi. Hetta góðtók Fíggjarmálaráðíð ikki og bað Fasta gerðarrætt um at viðgera málið av nýggjum.
Tað gjørdi Fasti gerðarrættur, og úrskurðarfundur verður í morgin. Fíggjarmálaráðið heldur millum annað, at úrskurðurin í november 2017 tykist vera í stríði við endamálið við nýggju semingslógini og aðrar úrskurðir hjá Fasta gerðarrætti.
Fíggjarmálaráðið heldur eisini, at úrskurðurin hevur prinsipiellan týdning sum fordømi fyri, hvussu gjørt verður við arbeiðsstegð í sambandi við sáttmálasamráðingar og fyri, hvussu partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu bera seg at í hesum sambandi.