- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýtt myndugleikasamstarv

TAKS, politiið og Arbeiðs- og brunaeftirlitið fara at arbeiða saman um eftirlit við útlendskari arbeiðsmegi í Føroyum. Tað kom fram á politiska kjakfundinum í Smæruni leygardagin,
Tað sigur Starvsmannafelagið í tíðindaskrivi. Samstarvað verður um ófráboðaðar eftirlitsvitjanir hjá arbeiðsgevarum, sum hava útlendska arbeiðsmegi.
Vita ikki, hvar tey skulu leita sær hjálp
Kanningin um arbeiðsmarknaðin, sum 13 fakfeløg lótu gera, vísir, at útlendsku arbeiðsfólkini sakna upplýsing um síni rættindi, og vita ikki rættiliga, hvar tey skulu leita sær hjálp.
Hetta ger, at summi teirra ikki fáa síni rættindi í Føroyum, so sum at sleppa undan barsilsgjaldi og ALS-gjaldi.
Í kanningini hjá fakfeløgunum er tilmæli um kunningardisk, har sum útlendsku arbeiðsfólkini kunnu fáa hjálp á einum máli, sum tey skilja.