Nýggjur sendimaður í Keypmannahavn í Havn fyribils

Nýggjur sendimaður í Keypmannahavn í Havn fyribils
Jóhannes Vitalis Hansen verður føroyskur sendimaður í Keypmannahavn
Føroyska sendistovan í Keypmannahavn er á Norðuratlantsbryggjuni.
 
27.08.2019 - 10:15

Jóhannes Vitalis Hansen verður føroyskur sendimaður í Keypmannahavn.

Hann tekur við starvinum 1.oktober. 

Í fyrsta umfari røkir hann starvið úr Føroyum til nýggjárs. 

Um hann flytur til Keypmannahavnar eftir nýggjár veldst um játtanina, sum Uttanríkismálaráðið fær í fíggjarlógini fyri 2020.

Hon má verða størri enn játtanin í ár, sum er tríggjar milliónir og 647.000 kr., um sendimaðurin flytur til Danmarkar.

Var í London

Jóannes V. Hansen hevur verið sendimaður í London. Síðani hann kom heim haðani fyri nøkrum árum síðani, hevur hann arbeitt í Uttanríkismálaráðnum.

Umframt sendimannin eru tvey fólk í føstum starvi í føroysku sendistovuni í Keypmannahavn. 

Sigmundur Ísfeld hevur verið sendimaður í Keypmannahavn síðani 2012. 

Tvey tey seinastu árini hevur hann tó havt starvstað í Føroyum, har hann samstundis hevur staðið fyri arbeiðinum at fáa handilsavtalur við lond í Fjareystri.

Sigmundur Ísfeld er nú fyrsti sendimaður Føroya í Beijing í Kina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947