- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bjarga eisini nógvum føroyingum
Bjarga eisini nógvum føroyingum
Bjargingartyrlan leitar líka ofta eftir føroyingum, sum útlendskum ferðafólkum

27.08.2019 - 15:28
Tað sigur Hans Erik Gunnleygsson Jakobsen, leiðari á Tyrlutænastuni, í samrøðu við útvarpið í dag.
Ofta verður sagt, at vaksandi ferðafólkatalið hevur við sær størri trýst á bjargingartænastuna, tí ferðafólk ganga seg í óføri. Men leiðarin á Tyrlutænastuni heldur, at hetta er at gera ov nógv av.
– Í flestu førum verður tyrlan boðsend eftir føroyingum. Tað er helst tekin um, at føroyingar eru farnir at ganga meira í náttúruni, enn teir hava gjørt, sigur Hans Erik Gunnleygsson Jakobsen.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV