Danmark lyftir kredittvirðið hjá Føroyum

Danmark lyftir kredittvirðið hjá Føroyum
Sambandið við Danmark telur við, tá greiningarfyritøkan Moody´s kannar búskapin í Føroyum
Sambandið við Danmark styrkir lánsførið hjá Føroyum, sigur Moody´s.
 
27.08.2019 - 12:13

Sambandið við Danmark telur við, tá greiningarfyritøkan Moody´s kannar búskapin í Føroyum.

Føroyar fluttu eitt stig upp í stiganum hjá Moody´s í summar.

Ratingin hjá Føroyum er nú Aa2, sum er triðhægsta metingin í stiganum hjá Moody´s, sum hevur 23 stig.

Moody´s sigur, at við í metingini er, at sera sannlíkt er, at danska stjórnin tekur um endan, koma Føroyar í gjaldføristrupulleikar.

Moody´s sigur eisini, at støðufast samband við donsku stjórnina telur við, tá møguleikin hjá Føroyum at læna pengar eru ásettir. 

Kredittvirðið hjá Føroyum batnaði, tí fíggjarligi váðin í sambandi við Eysturoyartunnilin er næstan burturi nú.

Seinasta skotið

Seinasta skotið varð latið av í juni. 

Tá var sonevndi bygningsváðin hjá landinum burturi. 

Orsøkin er, at nú kann ferðsla fara undir sjónum millum Eysturoynna og Streymoynna, og tí er landið sloppið undan váðanum, sum var tann, at ikki bar til at gera Eysturoyartunnilin, so koyrandi er í honum.

Annars sigur Moody´s, at fíggjarligu og búskaparligu lyklatølini hjá Føroyum eru betri enn væntað. 

Landskassaskuldin er goldin niður, og sambært játtanarkarminum verður eisini yvirskot í fíggjarlógini næsta ár.

Og útlitini hjá Føroyum eru støðug, sigur Moody´s.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948