- Tíðindi, mentan og ítróttur
Missa Ternuna í tvær vikur
Missa Ternuna í tvær vikur
Teistin skal á beding og tí fer Ternan at sigla millum Gomlu rætt og Skopun

26.08.2019 - 09:06
Nólsoyingar missa nú aftur Ternuna í tvær vikur í minsta lagi.
Ternan skal sigla í Skopunarfirði, tí Teistin fer á beding.
Hetta verður um eina viku, næsta mánadag, upplýsa Strandfaraskip landsins.
Ternan fer at sigla sambært ferðaætlanini hjá Teistanum.
Jósup
Jósup, sum gevst við Mykinessiglingini 1.september, siglir fyri Ternuna í Nólsoyarfirði.
Jósup tekur 88 ferðafólk, men ongar bilar.
Jósup siglir eftir ferðaætlanini hjá Ternuni.
Sam siglir við farmi týsdagar og hósdagar, kl.11:15 úr Havn og 12:15 úr Nólsoy.
Teistin verður væntandi á beding í tvær vikur, til mánadagin 16.september.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV