- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dronur á Kalsoynni

Næsta mánaðin skulu fólk á Trøllanesi, í Mikladali, Syðradali og á Húsum í Kalsoynni vænta at síggja dronur.
Umhvørvisstovan fer at kortleggja Kalsoynna við dronu. Kortleggingin er sett at byrja í dag og vara til 26.september.
Umhvørvisstovan nýtir dronur at gera nýggj myndakort av øllum býum og bygdum í Føroyum.
100 metrar uppi
Tá kortlagt verður við dronum, flúgva tær okkurt um 100 metrar yvir lendinum og taka myndir beint niður.
Flúgvingin er skjótt avgreidd, frá hálvum til tveir tímar yvir einari bygd.
Løgreglan er kunnað um flúgvingina hjá Umhvørvisstovuni í Kalsoynni.
Dronurnar, sum Umhvørvisstovan brúkar, eru lættar, tær viga knappliga hálvt annað kilo.