Ansa eftir flúgvandi valplakatum

bannari
Ansa eftir flúgvandi valplakatum
Fleiri valplakatir eru farnar á flog í vindinum
 
26.08.2019 - 09:18

Fitt av vindi og regni var aftur í nátt og í morgun, og tað hevur havt við sær, at nógvar valplakatir eru foknar ella skrædnaðar, og liggja og rekast ymsastaðni um landið.

Løgreglan hevur tikið fleiri valplakatir upp um vikuskiftið og aftur í nátt og í morgun.

Sløkkiliðið í Havn hevur eisini tikið valplakatir upp, og flokkarnir fáa tær aftur á sløkkiliðsstøðini í Havn, upplýsir løgreglan.

Hon heitir samstundis á flokkarnar og valevnini um at kanna valplakatirnar, so tær kunnu festast betri, so tær ikki eru til ampa fyri ferðslu ella fólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 25. februar
Breddin: Trý ár við kríggi
188252
Týsdag 25. februar
Góðan morgun Føroyar
188242
Týsdag 25. februar
Morgunlestur týsdagur 25. februar 2025
187864
Mánadag 24. februar
Leon Sólheyg: Koyggjan var uppihaldsrúmið
188223
Mánadag 24. februar
Nú styttist av álvara til kappingarbyrjan
188212
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163