- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólk eru farin at varskógva síðani lógin kom

Varskógvaraskipanin, sum kom í gildi 1.mars, verður brúkt.
Landsgrannskoðanin, sum umsitur skipanina fyri Fíggjarmálaráðið, hevur fingið nakrar fráboðanir, sigur Beinta Dam, landsgrannskoðari.
Tann fyrsta kom alt fyri eitt, skipanin kom í gildi.
Beinta Dam vil ikki siga, hvussu nógvar fráboðanir eru komnar, og hvussu nógvar eru afturvístar. Eingin góðkend fráboðan er endaliga avgreidd enn.
Mannagongdin er tann, at umfatar varskógvaralógin fráboðað viðurskifti, letur Landsgrannskoðanin upplýsingarnar til avvarðandi aðalstjóra. Aðalstjórin skal síðani seta í verk, fylgja við einari kanning og enda hana.
Um upplýsingar eru um ein aðalstjóra, verða tær latnar løgmansstjóranum at kanna.
Um upplýsingar eru um løgmansstjóran, verða tær latnar aðalstjóranum í Fíggjarmálaráðnum at kanna.
Kanningin latin
Tá kanningin er liðug, verður frágreiðing latin Landsgrannskoðanini.
Landsgrannskoðanin ger síðani skrivligt ummæli um málið, og kann eisini koma við tilmælum.
Tey verða so latin tí, sum gjørdi kanningina.
Er talan um beinleiðis lógarbrot ella illgruna um lógarbrot, kann Landsgrannskoðanin lata fútanum málið.
Nøvn verða ikki nevnd
Persónsupplýsingar verða viðgjørdar í trúnaði, og verða ikki latnar øðrum myndugleikum, sigur Landsgrannskoðanin.
Varskógvaraskipanin er fyri alment sett starvsfólk.
Men tey skulu ikki brúka varskógvaraskipanina, fyrr enn aðrir møguleikar eru royndir, so sum løgtingins umboðsmaður ella fakfeløg.
Á heimasíðuni lg.fo eru reglur um varskógvaraskipanina.