- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj útbúgving væl umtókt

Nú Fróðskaparsetrið er farið undir nýtt lestrarár, er eisini ein nýggj útbúgving byrjað á Føroyamálsdeildini. Sjøtul verður settur á nýggju útbúgvingina í listaligum arbeiði, har tilsamans 15 fólk fara at lesa.
Útbúgvingin er býtt sundur í tvær leiðir; ritlist og tónlist. 26 umsóknir vóru til útbúgvingina í listaligum arbeiði. 16 fingu tilboð um lestrarpláss og 15 hava tikið av - níggju á ritlist og seks á tónlist.
Sínámillum ágóðar skulu styrkja umhvørvið
Hóast hesar báðar útbúgvingarnar á Føroyamálsdeildini ikki líkjast og hava hvør sínar arbeiðshættir, verða ivaleyst fleiri sínámillum ágóðar, sum fara at styrkja lestrarumhvørvið á deildini, sigur Føroyamálsdeildin.
Annars er kjarnuútbúgvinginin á Føroyamálsdeildini, sum vant, føroyskt mál og bókmentir. Í alt 12 byrja at lesa BA í føroyskum máli og bókmentum, ein byrjar hjánámslestur og seks nýggj lesandi leggjast afturat á MA-náminum.
52 fulltíðarlesandi eru á Føroyamálsdeildini.