- Tíðindi, mentan og ítróttur
Almennu útreiðslurnar ov lítla rúmd
Flokkar bjóða seg fram við valskrá við ymiskum hjartamálum, men politikkur snýr seg eisini um at raðfesta, tí politiska skipanin hevur ikki óavmarkaðar inntøkur at ráða yvir.
Tí eiga valskráirnar eisini at siga, hvussu vallyftini skulu fíggjast, og hvussu tamarhald fæst á skjótt vaksandi almennu útreiðslunum, sigur Arbeiðsgevarafelagið.
Tað almenna kann skjótt fáa undirskot
Munandi partur av almenna útreiðsluvøkstrinum seinastu árini er grundaður á at forskatta pensjónir og frá óvissum avgjøldum á ali- og fiskivinnuni.
Tað almenna kann skjótt fáa stór undirskot, um fortreytirnar í ali- og fiskivinnuni broytast brádliga, sigur Arbeiðsgevarafelagið.
– Vit eru í einum búskaparligum hákonjunkturi í løtuni, men trøini veksa neyvan inn í himmalin, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.