Stevndi og tapti

Stevndi og tapti
Smápartafelagið hjá Erlingi Bech, 135 GX Hoyvík, vann sakarmálið móti smápartafelagnum hjá Birgiri Nielsen, Nira, um bygningin á Kirkjustræti 2
Kirkjustræti 2 skal brúkast til kommunulæknaviðtøkur.
 
20.08.2019 - 13:09

Smápartafelagið hjá Erlingi Bech, 135 GX Hoyvík, vann sakarmálið móti smápartafelagnum hjá Birgiri Nielsen, Nira, um bygningin á Kirkjustræti 2 í Hoyvík.

Sp/f Nira stevndi sp/f 135 GX Hoyvík eftir 50.000 krónum, sum Nira metti seg at hava rætt til sum ómaksløn fyri at selja bygningin í juni í fjør. 

Men Føroya rættur frídømdi í gjár sp/f 135 GX Hoyvík.

Sp/f 135 GX Hoyvík skal ikki gjalda 50.000 kr., ella 62.500 kr., tá meirvirðisgjaldið er talt við.

Sp/f Nira seldi bygningin á Kirkjustræti 2 fyri sp/f 135 GX Hoyvík. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948