- Tíðindi, mentan og ítróttur
703 næmingar fyrstu ferð í skúla

703 næmingar fara í skúla fyrstu ferð, tá nýggja skúlaárið byrjar í morgin.
Skúlastjórin á Skúlatrøð í Klaksvík tekur ímóti flestu næmingunum, sum fara í skúla fyrstu ferð.
76 næmingar byrja á Skúlatrøð, og í Skúlanum á Fløtum í Havn fara 73 næmingar fyrstu ferð í skúla í ár.
Tað eru í høvuðsheitum børn, sum er fødd í 2012, sum nú fara í skúla.
607 børn vórðu fødd í 2012, men síðani eru umleið 100 børn komin aftrat í árganginum.
Meira enn 7.000 næmingar
At nógv børn eru flutt til Føroya úr øðrum londum, ger, at næmingatalið í fólkaskúlanum er farið upp 7.000 næmingar, og útlit eru til, at næmingatalið fer at vaksa spakuliga næstu árini, sigur Undirvísingarstýrið.
44 fólkaskúlar eru í landinum.
Tríggir skúlar hava meira enn 500 næmingar, 16 skúlar hava millum 100 og 500 næmingar, og 25 skúlar hava færri enn 100 næmingar.
Av teimum 44 skúlunum eru tríggir frískúlar, og teir hava tilsamans 197 næmingar.
Tveir frískúlar hava eisini forskúla.