Fjórðings kilometur boraður

Fjórðings kilometur boraður
Nú verður eisini gjørt klárt, at bora á Gomlurætt
Boringin í Traðardali byrjaði 27. juni. Nú eru 251 metrar boraðir Sandoyarmegin
 
17.08.2019 - 15:46

Nú eru tilsamans 251 metrar boraðir í Sandoyartunlinum. Teir 251 metrarnir eru allir boraðir í Traðardali á Sandoynni, tí boringin á Gomlurætt er ikki heilt komin í gongd enn.

Fyrireikingarnar og inntakið til sjálva boringina eru byrjaðar, men enn er eingin metur boraður Streymoyarmegin, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í P/f Eystur- og Sandoyartunlar.

Sandoyartunnilin verður 10,8 kilometrar langur, og verður ætlandi liðugur í desember í 2023. Kostnaðurin á Sandoyartunlinum er mettur til umleið 1,3 milliardir krónur.

Samlaða verkætlanin, at gera Eystur- og Sandoyartunnilin, er mett at kosta 2,64 milliardir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151