- Tíðindi, mentan og ítróttur
Støðugt fleiri løntakarar
Støðugt fleiri løntakarar
Væl fleiri løntakarar eru á føroyska arbeiðsmarknaðinum enn fyri einum ári síðani

17.08.2019 - 11:11
Í mai mánað vóru umleið 27.600 løntakarar í Føroyum, tað eru umleið 700 løntakarar fleiri í mun til mai í fjør, skrivar Hagstova Føroya á heimasíðuni.
Tað eru framvegis væl fleiri menn enn kvinnur á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Í mai vóru um 14.350 menn og 13.250 kvinnur løntakarar, altso 1.100 fleiri menn.
Flestu løntakararnir í Føroyum arbeiða innan tað almenna, tilsamans 9.835, 9.033 í privatu tænastuvinnuni, 4.398 arbeiða innan byggivinnu og tilvirking og 4.327 í fiski- og tilfeingisvinnuni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV