- Tíðindi, mentan og ítróttur
Roykiforboð sett í verk

Fleiri fólkaskúlar hava tikið stigið, og nú verður Føroya størsti útbúgvingarstovnur eisini roykfríur.
– Eg eri fegin um, at vit sum stað, har umleið 1.500 ung og 250 starvsfólk savnast, kunnu vísa vegin móti einari roykfríari framtíð, sigur Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi.
Galdandi á øllum matriklinum
Glasir hevur samstundis gjørt avtalu við handilin Bónus, sum liggur skamt haðani, at handilin við Marknagilsvegin ikki selur sigarettir og tubbakk, meðan skúlatíðin er - altso frá tí, at latið verður upp á morgni til skúladagurin endar.
– Eg haldi avgjørt, at tað er eitt stig á rættari leið at eggja fólki at roykja minni, sigur Niels Mortensen, stjóri í samtakinum, sum rekur Bónus-handlarnar.
Roykiforboðið á Glasi kom í gildi frá fyrsta skúladegi, sum var í gjár, og er galdandi fyri allan matrikulin á Glasi. Rektarin sigur, at tað er munandi lættari at samskifta og handhevja, enn ásetingar um ávís øki, har loyvt er at roykja.