- Tíðindi, mentan og ítróttur
Krúnprinsurin vitjaði Listasavnið

Savnsgestirnir á Listasavni Føroya gjørdust bilsnir, tá ið teir seinnapart týsdagi sóu krúnprinsin ganga runt millum gestirnar og hyggja at listaverkunum á Listasavninum, uttan at vitjanin hjá krúnprinsinum varð kunngjørd frammanundan.
Krúnprinsurin vildi, sum part av síni óalmennu vitjan í Føroyum, vitja Listasavn Føroya aftur og uppliva fjølbroytta savnið av listaverkum umframt at verða dagførdur um tey nýggjastu rákini í føroyskari samtíðarlist.
– Ein vitjan, sum krúnprinsurin fór til við stórum áhuga, sigur savnsstjóri Karina Lykke Grand, sum vísti krúnprinsinum runt á savninum.
Stóran kunnleika um listina
Krúnprinsurin hevði stóran kunnleika um fleiri myndevni, bæði eldri listaverk og meira nýmótans verk á savninum. Stóri áhugin hjá krúnprinsinum fyri føroyskari list var sera týðiligur í prátinum, greiðir Karina Lykke Grand frá.
Meðan rundvísingin var, vóru tað serliga lýsingarnar hjá listafólkunum av havinum, landslagnum, fjøllunum og føroyskum siðvenjum, eins og tær modernaðu Føroyar, sum hugtóku krúnprinsin.
– Tað hevur verið ein stór uppliving at fáa vitjan av krúnprinsinum, og tað var deiligt at síggja, at krúnprinsurin kendi landafrøðina í nógvum myndevnum hjá listafólkunum frá sínum vitjanum í Føroyum, sigur Karina Lykke Grand.