- Tíðindi, mentan og ítróttur
Enn nøkur pláss eftir
Enn nøkur pláss eftir
Fullteknað er ikki á øllum útbúgvingunum á Setrinum

14.08.2019 - 09:50
Enn eru tøk pláss eftir á Setrinum, um tú ætlar tær at fara undir hægri lestur í Føroyum. Tað skrivar Fróðskaparsetur Føroya á heimasíðuni.
Til og við 15. august 2019 (tað er í morgin) ber til at søkja inn á tøk lestrarpláss til bachelorútbúgvingar, hjánám og masterútbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya.
Umsóknirnar verða viðgjørdar so hvørt, tær verða móttiknar. Tí er at skunda sær, tí tann, ið fyrst søkir, fær fyrst bjóðað lestrarpláss.
Millum annað eru pláss eftir á bachelor- og masterútbúgvingum í føroyskum máli og bókmentum, samfelagsvísindum og søgu, orkuverkfrøði og løgfrøði fyri at nevna burtur úr rúgvuni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV