- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fáar vespur í ár, men...

Heldur tú, at fáar vespur hava verið at sæð í summar, so hevur tú helst eisini rætt í tí. Tað hava verið færri vespur, at síggja í summar, sigur fuglafrøðingur.
– Der er mange folk, som snakker om, at der er få vepse, at se i sommer. Især i Havn, men det er stort set gældende for hele landet, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Færri drotningar yvirlivdu veturin
Ilt er at siga júst, hvørji viðurskifti gera, at støðan í ár er, sum hon er, men orsøkin til, at færri vespur síggjast, kann hava við veðrið at gera, sigur fuglafrøðingurin við útvarpið.
– Det har noget at gøre med, hvordan vejret har været. Et eller andet klimaforhold har spillet ind, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Ábendingar eru um, at færri vespudrotningar yvirlivdu heystið og veturin enn vanligt. Heilt niður í eitt prosent heldur enn fimm prosent, sum vanliga verður mett yvirlivdu, sigur hann.
Fáa fótafestið aftur
Tað er tó ov tíðliga at fegnast hjá teimum, sum ikki leggja so nógv í vespurnar, hóast færri síggjast nú, tí vespurnar koma aftur í næsta ár.
– Man skal ikke regne med, at vepsen uddør. Vepsen er utrolig hårdfør, så den får fodfæste igen, sigur Jens-Kjeld Jensen í samrøðu við útvarpið.
Vespurnar komu til Føroyar í 1999, sambært vísindablaðnum, Frøði. Tey fyrstu árini vóru tær bara í Havn, men tær hava síðani tá spjatt seg til aðrastaðni í landinum.