- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fríðrikur krúnprinsur vitjar

Talan er tó ikki um nakra almenna vitjan, tí krúnprinsurin er í Føroyum í sambandi við upptøkurnar til eina dokumentarsjónvarpsrøð, sum DR ger um ríkisfelagsskapin.
Kringvarpið skilir, at krúnprinsurin millum annað skal út at fiska saman við Mortani Johannesen, útróðrarmanni. Talan er um tveir dokumentarfilmar, ið skulu gerast - ein í Føroyum og ein í Grønlandi.
Kringvarpið skilir eisini, at filmarnir taka støði í tí modernaða samfelagnum, her serligur dentur verður lagdur á ungdómin. Væntandi verða dokumentarfilmarnir vístir í DR innan eitt ár.
Hetta er onnur vitjanin hjá Fríðriki krúnprinsi í Føroyum í summar. Í juni vitjaði krúnprinsurin í Klaksvík, tá skipað varð fyri Royal Run í býnum.