- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri fakfeløg vilja hava styttri arbeiðsviku
Fleiri fakfeløg vilja hava styttri arbeiðsviku
Løgtingsvalið hevur vakt landsins fakfeløg, sum nú hvør í sínum lag koma við almennum ynskjum til komandi politikarar

02.08.2019 - 11:16
Pedagogfelagið ynskir, at arbeiðsvikan hjá limunum verður styttri, enn hon er í løtuni. Felagið mælir løgtinginum til at samtykja eina arbeiðsviku á 35 tímar. Men Pedagofelagið er ikki einsamalt við ynski sínum.
Starvsmannafelagið, ið er landsins størsta fakfelag, hevur eisini ynski um styttri arbeiðsviku. Starvsmannafelagið er tó ikki so víðgongt sum ynski hjá Pedagogfelagnum. Starvsmannafelagið ynskir eina 37 tímar langa arbeiðsviku fyri sínar limir.
Sannlíkt er, at styttri arbeiðsvika, verður partur av samráðingunum millum fakfeløgini og landið. Sáttmálin milum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið fer úr gildi 1. oktober í ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV