Útlendskar kvinnur hava tað ikki altíð so gott her

Útlendskar kvinnur hava tað ikki altíð so gott her
Ein støðulýsing um integrasjón í Føroyum er gjørd
 
01.08.2019 - 15:47

Kvinnur, sum ikki eru vesturlendskar, hava tað ikki altíð so gott í Føroyum. Tað skilst á støðulýsingini um integrasjón, sum Uttanríks- og Vinnumálaráðið hevur gjørt.

Sambært ph.d ritgerð, sum Runa Preeti Ísfeld hevur gjørt og vart, er ein avbjóðing hjá ikki vesturlendskum kvinnum í Føroyum misálit, fordómar og eintáttaðar fatanir.

Fatanin er ofta tann, at kvinnurnar eru keyptar til Føroya ella eru komnar til Føroya at finna eydnuna. Tær flestu fáa bara arbeiði her, har ikki er neyðugt at duga føroyskt.

Munur á Havn og bygdunum

Sambært ritgerðini er munur á kvinnunum, sum koma til Føroya, og hvat, tær koma til. Munur er eisini, um kvinnurnar eru giftar í Havn ella á bygd. Ein ritgerð er eisini skrivað um teilendskar kvinnur í Føroyum.

Hana skrivaði Ivan Hentze Niclasen, sum hevur masterútbúgving í integrasjón, í 2015. Hann tosaði við 39 kvinnur, sum eru giftar føroyskum manni og eru fluttar til Føroya at búgva.

Sambært støðulýsingini um integrasjón eru nakrar høvuðsniðurstøður í ritgerðini, at 14 kvinnur vistu einki um Føroyar, tá tær komu higar. 

Javnan útlendskar kvinnur í Kvinnuhúsinum

Men 25 vilja mæla øðrum teilendskum kvinnum at flyta til Føroya, sum tær halda vera eitt gott og trygt samfelag. 11 teirra halda, at føroyskir menn eru dámligir og fryntligir.

Tær flestu av teimum 39 kvinnunum, sum Ivan Hentze Niclasen tosaði við, sendu pengar úr Føroyum til familjuna í Teilandi.

Í Kvinnuhúsinum í Havn eru javnan útlendskar kvinnur. 12 kvinnur gistu í Kvinnuhúsinum í fjør. Fýra teirra vóru útlendskar. 

Kenna ikki síni rættindi

Fram til ár 2000 vóru kvinnurnar sum oftast grønlendskar. Seinastu 20 árini hava kvinnurnar í høvuðsheitum verið úr Asia og Afrika, upplýsir Kvinnuhúsið.

Kvinnuhúsið ger vart við, at útlendskar kvinnur kenna ofta ikki síni rættindi. Tær eru illa staddar, um maðurin er óvirðiligur og harðligur.

Kvinnurnar ivast í, um tær megna at standa seg fíggjarliga og sosialt, um tær fara frá manninum. Tær verða verandi í einum hjúnalagi, har tær missa sjálvsálitið, sum eisini ávirkar uppvøksturin hjá børnunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151