- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trý lógaruppskot um fiskivinnu

Trý uppskot skulu leggjast fyri løgtingið sambært løglistanum, sum var við røðuni, løgmaður helt í løgtinginum í gjár.
Eitt er uppskot til samtyktar um umsitingarætlan og veiðireglur.
Landsstýrisfólkið skal eisini lata løgtinginum frágreiðing um støðuna í fyrisitingini av sjófeingi fyri 1.oktober.
Løgtingið skal hava frágreiðing
Løgtingið skal hava eina frágreiðing um, hvør støðan er í fyrisitingini og hvørji rættindi, Føroyar hava uttan fyri føroyskan sjógv.
Landsstýrisfólkið skal harafturat siga løgtinginum, hvørjar ætlanir tað hevur í hyggju at fremja.
Og landsstýrisfólkið skal á hvørjum heysti koma við uppskoti, um gildistíðin á fiskirættindum skal leingjast eitt ár.
Allar hesar ásetingarnar eru í nýggju fiskivinnulógini, sum kom í gildi 1. januar í fjør.