Nevningar skulu døma landsstýrisfólk

Nevningar skulu døma landsstýrisfólk
Eitt nevningating skal viðgera landsstýrisfólk, sum eru skuldsett fyri at hava misrøkt sína embætisskyldu
Tinganes
 
30.07.2019 - 12:23

Tað stendur í uppskotinum um nýggja rættargangslóg fyri Føroyar.

Orsøkin til, at eitt nevningating skal viðgera ábyrgdina hjá landsstýrisfólkum, er tann, at tá landsstýrisfólk misrøkja sítt embæti, er hetta á markinum millum politikk og løgfrøði.

Tí skal fólkið vera við, tá hesi mál skulu avgerast. Løgmaður ella løgtingið kunnu avgera, at landsstýrisfólk verða ákærd. Tey avgera samstundis, hvør verður almennur ákæri.

Hesin ákæri skal verða óheftur av ríkismyndugleikunum og kann tí ikki taka við boðum frá løgmálaráðharranum. Ákærin skal eisini vera óheftur av øðrum myndugleikum, sigur lógaruppskotið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151