- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trý uppskot um fiskidagar biða eftir viðgerð
Trý uppskot um fiskidagar biða eftir viðgerð
Framløga er á skránni fyri tingfundin í dag

Framløga er á skránni fyri tingfundin í dag klokkan 13:00
29.07.2019 - 09:42
Og trý uppskot eru at leggja fram um fiskidagarnar hjá bólki 5B. Tað eina eigur Fólkaflokkurin, sum vil geva bólkinum stívar 3000 dagar afturat í ár.
Útvarpið skilir, at Fiskimálaráðið eigur eitt uppskot og Henrik Old, løgtingsmaður, eitt uppskot. Í hesum báðum uppskotum eru ikki so nógvir fiskidagar sum í uppskotinum hjá Fólkaflokkinum.
Um løgmaður bíðar til seinni í vikuni at boða frá valinum, ber til at viðgera hesi uppskotini í tinginum. Løgmaður skal í seinasta lagi leygardagin 3.august boða frá løgtingsvalinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV