- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vaksandi eftirspurningur eftir húsum
Eftirspurningurin eftir húsum í Sandoynni er vaksandi. Tað siga stjórarnir í húsmeklarafyritøkunum, Betri Heim og Skyn.
Um fýra ár verður koyrandi millum Streymoynna og Sandoynna, og hetta hevur økt munandi um áhugan fyri at seta búgv í Sandoynni.
Tey, sum ætla at keypa hús í oynni, mugu tó brynja seg við toli. Húsameklarafyritøkurnar hava sjáldan hús í Sandoynni til sølu - ikki enn ið hvussu er.
Undirsjóvartunnilin fyrst og fremst orsøkin
– Tað er fyrst og fremst undirsjóvartunnilin, sum er orsøkin til vaksandi áhugan fyri Sandoynni, men góðu tíðirnar í Føroyum hava eisini við sær, at fleiri fólk leita sær eftir summarhúsi, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heim, við Kringvarpið.
Petur Mohr Niclasen, stjóri hjá Skyn, sigur, at tey eisini kunnu staðfesta, at áhugin fyri at keypa hús í Sandoynni er vaksandi.
– Nú síggja vit veruliga ávirkanina, sum komandi undirsjóvartunlin hevur. Við fáum undantøkum verða hús í Sandoynni, sum koma á sølulista, skrødd burtur, og enntá seld omanfyri virðismetingina, sigur Petur Mohr Niclasen.